Effodeildin 9. umfar

TB setti HB upp á pláss

TB-HB1

Tað var ikki, tí at HB hevði ein ringan dag við Stórá í dag, at teir taptu 4-2 ímóti TB. TB  hevði betri spælarar á øllum plássum, stríddist og spældi nógv betri enn HB, og tað var orsøkin til, at TB vann sannførandi.

 





Champions League finalan í kvøld

Champions league

So upprann dagurin. Tað er í kvøld, at finalan í Champions League verður spæld. Hetta er dystur millum týska Bayern Munich og enska Chelsea FC.

 





TB ímóti HB

Við Stórá Andre

Seinast TB á heimavølli vann á HB, var 11. august 1991. Tann dystin vann TB 4-1.

 





VB aðalfundur

VB - búðmerki

Aðalfundurin hjá VB verður sunnudagin 20.mai.

 

 





Vælkomin til USA

2012 Leadville

Í hesum døgum er Pál Joensen og venjari hansara Jón Bjarnason á hæddarvenjingarlegu í USA. Í løtuni eru teir í Leadville Colorado, higani Jón Bjarnason eisini skrivar eina heilsan.





Próvtøkurnar liggja fyri framman

summar

Próvtøkurnar liggja fyri framman, og úrslitið av arbeiði hjá næminginum skal metast av lærarum kring landi. Ein meting av próvdómara er altíð eitt sindur subjektiv. Hvussu hevði tað verið at fingið eina objektiva meting frá einari teldu? So kundu vit sloppið frá ivanum um próvdómarin.





Slóðbrótandi fiskiháttur

vardin

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava gjørt nakrar royndir við at pumpa makrel upp úr trolinum meðan togað verður. Hetta skuldi bøtt munandi um góðskuna, og tað er eisini niðurstøðan nú fyrsta royndin er gjørd.

Varðin hevur sjálvur fíggjað royndina.

Tú kann lesa meir her.





Lærarastarv í Hvalbiar skúla

Hvalbiar Skúli

Eitt starv verður lýst leyst at seta frá 1. august 2012 at rokna.

Starvið er uml. 20 tímar tíðaravmarkað til skúlaárið 2012/2013 vegna tímaniðurskurð og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2012





Champions League finalan á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi

uefachampionsleague-final2012

Leygarkvøldið verður endabrestur í Champions League, tá Champions League finalan millum Chelsea og Bayern Munchen verður á Allianz arena í Munchen. Finalan verður víst á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi í Vági.





Guðrun Mortensen til EM í Debrechen (dagført)

Guðrun Mortensen gull NJM 2011

15 ára gamla Guðrun Mortensen úr Susvim skal umboða Føroyar við EM í svimjing (á langgeil) í Debrechen í Ungarn, sum verður í døgunum 21. til 27. mai.





Árabátadagur á Tvøroyri leygardagin

Naddoddur

Leygardagin verður skipað fyri árabátadegi á Tvøroyri, og av tí at fótbóltsdystur verður við Stórá kl. 15.00 leygardagin, er broyting gjørd í skránni.

 





Jóansøkufundur í kvøld

Jóansøka Vágur

Í kvøld, tórskvøld, kl. 19.30, hevur Jóansøkunevndin fund í Jómsborg. Heitt verður á feløgini og áhugaði annars um at møta.





Tróndur Arge metir um fótbóltsúrslit

Trondur Arge 800p 001

TB spælir javnt leygardagin ímóti HB við Stórá, meðan FC Suðuroy tapir sunnudagin dystin ímóti ÍF á Eiðinum.

 





Grind á Trongisvágsfirði (Dagført kl. 19.30)

Grind3

Merktir vóru 62 hval.Grindin verður skift til Hvalbiar Sókn,Froðbiar Sókn og Fámjin. Seðlarnir koma út á Drelnesbryggjuni kl.20.30.

 





William Bech og John Jacobsen vunnu 38. umfar í sjavs

John og William

14 pør vóru til sjavs í VB-húsinum farna tórskvøld, sum William Bech og John Jacobsen vunnu.