Vit hava fyrr skrivað um at arbeiðið við at gera fótbóltsvøllin í Stópinum hevur gingið eftir ætlan, hóast tað byrjaði eitt sindur seinni enn ætlað. Men næsta takið at avgera hvør graslíkisvøllur skuldi leggjast omaná hevur leingi verið umrøddur.
Suðuroyar Ítróttardepil hevur eina tíð havt samband við ymsar leverandørar, og í gjár var so avgerðin tikin.
Tað verður belgiska fyritøkan Domo, ið gjøgnum umboðsmann sín her í Føroyum, Birgir Andreasen,stjóra í Føroya Møblasølu, skal leggja ein av teirra best dámdu vallum á skjótt lidnu planaraðu flatuna.
Hesin vøllur hoyrir til yngru generatiónina og hevur eina gummipútu undir. Líknandi vallir eru á Sandi og í Sandavági.
Eisini er eitt viðlíkahald partur av samráðingunum og ein treyt fyri tað 10 árs garanti, ið verksmiðjan gevur.
Trygdin umfatar góðkenning smb krøvum frá UEFA, FIFA og Nordisk Standard.
Saman við samráðingum um fasilitetirnar til dómarar og spælarar er grund løgd undir at eingin steðgur verður í arbeiðinum at gera vøllin spælikláran.
Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo
RSS Feed