Suðuroyar Sparikassi - Bústaðarfígging

Fótbóltsvøllurin við Stórá í Trongisvági

Fótbóltsvøllur við Stórá

Brátt nærkast dagurin, tá nýggi fótbóltsvøllurin við Stórá í Trongisvági verður tikin í brúk.

 

 

Kanska løgið at skriva soleiðis, tá vit enn ikki vita við vissu, nær henda løtan verður, men vit kunnu so siga, at fyrst í næstu viku fáa vit at vita nógv meira um hetta.

Lesarin hevur helst lagt til merkis, at vit brúka navnið við Stórá í samband við fótbóltsvøllin í Trongisvági.

Í Vági spæla teir fótbólt vesturi á Eiðinum, í Streymnesi við Margáir, í Klaksvík við Djúpumýri og í Havn í Gundadali, og nú nýggjur fótbóltsvøllur skjótt verður tikin í brúk í Trongisvági, hava nøkur nøvn verið uppi og vent í samband við vøllin. Nøvnini, sum hava verið umrødd, eru í Stópunum, undir Brekkum og við Stórá.

Eldri fólk í Trongisvági eru spurd til ráðs um staðarnavnið, og eisini hevur verið kagað í eitt matrikkulkort, har Johannes Enni, sáli, fyri skjótt nógvum árum síðani hevur skrivað staðarnøvnini í økinum  á matrikkulkortið. Hetta hevur Jóhannes Enni gjørt í samráð við Erik Ahlen, sála, sum átti nógva jørð í Trongisvági.

Fótbóltsvøllurin í Trongisvági er gjørdur á mat.nr. 144a í Trongisvági. Um mat.nr. 144a, er í Stópunum ella undir Brekkum, ella møguliga á báðum støðum, eru menn ikki vísir í,  og kortið hjá Jóhannes Enni gevur ikki eitt greitt svar upp á henda ivaspurning. Eldri menn eru samdir um, at Barnagarðurin og skúlin í Trongisvági eru bygdir í Stópunum, og at økið vestan fyri barnagarðin eitur undir Brekkum, men júst, hvar markið gongur ímillum Stóparnar og undir Brekkum, fæst ikki við vissu at vita.

Formaðurin í Suðuroyar Ítróttardepli, Oddur Dimon, sigur við Suðuroyarportalin, at Suðuroyar Ítróttardepil hevur gjørt av hvørki at brúka navnið í Stópunum ella undir Brekkum í samband við fótbóltsvøllin í Trongisvági.

- Fótbóltsvøllurin við Stóra í Trongisvági verður navnið, sum skal brúkast hereftir, sigur Oddur Dimon, formaður í Suðuroyar Ítróttardepli við Suðuroyarportalin.

Á heimasíðuni hjá Kunningarstovunum í Suðuroynni stendur skrivað um Stórá:

Fram við Stórá í Trongisvági er gjørd ein gøta, sum nú er næstan 1900 metrar til longdar.

Gøtan byrjar við bálplássið sunnan fyri Trongisvágs skúla og fer gjøgnum heiðalendi uml.200 m~suður til Stórá. Gøtan møtir Stórá umleið 600 metrar eystan fyri Ósan og fylgir ánni uml. 1700 metrar inn í dalin.

 

At ganga eftir gøtuni er eitt vakurt og fjøllbroyt upplivilsi. Stórá broytir seg frá at vera breið og møk til at verða smøl við eini røð av fossum, sum fleiri staðni renna igjøgnum smáar  gjáir.

Landslagið broytir seg frá at vera slætt og opið til at verða heyggjut og óslætt.

Tá ið umleið helvtin av gøtuni er gingin, kemur mann til viðarlundina í Trongisvági. Har er sera vakurt, og tað er møguligt at steðga á og kanska nýta grillplássið. Her reiðrast fleiri smáfuglar m.a. títlingskongar.

 

Viðarlundin verður í løtuni víðkað bæði norðanfyri og sunnan fyri ánna. Sunnan fyri ánna er Skógrøkt Landsins í holt við at gróðurseta umleið~13.000 m2, og hevur eisini gjørt gøtur og ein dunnuhyl.

 

Áargøtan heldur fram vestan fyri viðarlundina, her verður Stóra sum sagt smalari og stríðari.

Hon endar umleið 800 mrtrar longur uppi, og kemur saman við vegnum ”Við Rangá”.

Nær fyrsti dysturin verður spældur á nýggja fótbóltsvøllinum við Stóra í Trongisvági, frætta vit meira um í næstu viku.

Tíðindamyndina hevur Niels Hammer tikið 



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo