Suðuroyar Sparikassi - Bústaðarfígging

Alt gekk, sum tað skuldi (Dagført)

TB fyrsta mál

Dagført við myndum

Spenningurin var stórur við Stórá í dag, tá nýggi vøllurin varð tikin alment í nýtslu, og TB skuldi spæla fyrsta landskappingardystin á nýggja vøllinum móti ÍF.

Sjálvt um veðurgudarnir ikki vóru serliga blíðir fyrrapartin og nakað út á seinnapartin í dag, so má sigast, at alt gekk, sum tað skuldi, tá vøllurin við Stórá í dag varð tikin í nýtslu.Klokkan hálvgun tvey varð gjørt av at flyta hátíðarhaldið av vøllinum og út í Ítróttarhøllina í Trongisvági, og júst tá avgerðin varð tikin, gjørdist turt, stilt og heitt.

Hátíðarhaldið byrjaði við góðum horntónleiki frá Tvøroyrar Hornorkestri, sum altíð eru til dystin fús at geva hátíðarhaldum o.ø. ein serligan dám.

Jens Johannesen

Síðani helt Jens Johannesen, formaður í mentunarnevnd Tvøroyrar Býráðs, góða røðu, har hann hugleiddi um nýggjar tíðir, nú farið er av Sevmýri og inn við Stórá at spæla fótbólt. Jens Johannesen ynskti vegna Tvøroyrar Býráð øllum tvørafólki og TB hjartaliga til lukku við nýggja vøllinum og vónaði, at tað fór at gangast væl inni við Stórá.

 

 

Andre Dalfoss

Andre Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag, helt eisini røðu. Andre Dalfoss hugleiddi eitt sindur um stásiligu søgu Tvøroyrar Bóltfelags, og hann segði seg vera ein stoltan formann í dag, nú felagið aftur hevði fingið ein heimavøll at spæla á. Eisini takkaði Andre Dalfoss øllum teimum, sum  høvdu lagt nógva orku í arbeiðið at útvega Tvøroyri ein nýggjan fótbóltsvøll.

Kristian Olsen sparkaði fyrsta sparkið

Tá hendan hugnaliga løtan var liðug, bjóðaði Suðuroyar Ítróttardepil til kaffi í kantinuni, áðrenn farið var til gongu vestur á vøllin, har Kristian Olsen sparkaði fyrsta sparkið.

 

 

 

 

 

Bojan

Og so byrjaði dysturin millum TB og ÍF. Her stóð nógv upp á spæl, tí ikki bert var hetta fyrsti dysturin á nýggja vøllinum við Stórá, men so sanniliga hevði TB eisini brúk fyri at fáa stig, um munurin millum niðastu liðini og liðini í miðjuni á støðutalvuni ikki skuldi gerast ov stórur.

 

 

 

 

Rógvi Joensen

Og eisini her gekk tað, sum tað skuldi fyri TB. TB vann dystin 1-0 og fekk 3 stig. Samanumtikið var hetta eitt rættvíst úrslit. TB spældi væl í fyrra hálvleiki,og kundi við eitt sindur av hepni fingið bæði 2. og 3. málið í fyrra hálvleiki, og sjálvt um ÍF hevði bóltin meira enn TB í seinna hálvleiki, so megnaðu teir ikki rættiliga at spæla seg ígjøgnum sterku TB verjuna.

 

 

 

 

Hinvegin royndi TB seg við skjótálopum, sum í fleiri førum kundu havt givið mál. TB spælararnir vístu aftur í dag rættan stríðsanda, og allir spælararnir eiga rós uppiborið fyri eitt einastandandi liðavrik.

Fyrsta málið við Stórá

Sigursmálið hjá TB gjørdi Dimitrie Jankovic.

 

 

 

 

 

Niels Petersen varpaði út

Niels Petersen royndi seg í dag sum fótbóltsfrásøgumann fyri Kringvarpið. Við sær sum viðmerkjara hevði hann Jón Johannesen, og um hesir skulu hava karakter fyri dygd, so stendur 12 talið rimmarfast.

 

 

 

 

 

Tíðindamyndina hevur Annika Eidesgaard tikið. Hetta er fyrsta málið, sum er skotið á vøllinum, eftir at hann alment varð tikin í nýtslu.

TB seldi lutaseðlar við Stórá í dag. Seðil nr. 19980 vann atgongumerki til TB veitsluna, seðil nr. 8084 og 8458 vunnu 1 ks. sodavatn hvør.

Myndirnar niðanfyri tók Dennis Holm

 

Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo