Suðuroyar Sparikassi - Bústaðarfígging

Fótbóltsvøllur hevur skund

Sevmyri

-Tað hevur skund, at ein fótbóltsvøllur verður gjørdur á Tvøroyri, sigur Jón Johannesen, venjari hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Jón Johannesen sigur við Suðuroyarportalin, at tað, at heimadystirnir í vaksnamannadeildunum verða spældir í Hvalba, bara er  næstbesta loysnin.

–Tað hevur týdning, at dystarvøllurin og venjingarvøllurin eru eins, sigur Jón Johannesen.

Annars heldur Jón Johannesen, at tað er truplari at leggja tilrættis, tá so langt er ímillum felagið, viðhaldsfólk og heimavøll.

-Vit eru sera væl móttiknir í Hvalba, og vit kenna okkum væl har, men eitt felag sum Tvøroyrar Bóltfelag eigur at hava ein heimavøll á Tvøroyri. Tað hevur týdning fyri trivnaðin í býnum og í felagnum, at heimavøllurin er á Tvøroyri, og tí vóni eg, at tað ikki gongur long tíð, til fótbóltsvøllur aftur er á Tvøroyri, sigur Jón Johannesen.

Suðuroyarportalurin spurdi Jón Johannesen, um serligu umstøðurnar í ár kunnu fáa ávirkan á endaligu støðuna í landskappingini hjá 1.deildarliðnum hjá TB í ár?

-Tað er sum sagt ikki nakar fyrimunur , tá dystarvøllurin ikki er tann sami sum venjingarvøllurin, sigur Jón Johannesen, sum ikki ynskir at útgreina svarið. 



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo