Effodeildin 9. umfar

Pál ER í finaluni á 1.500 m. frí

Jón-Pál-Birita svimjing EM

Einaferð í gjár var nakað av iva, tí Pál seinasta árið ikki hevur almennar skjótar tíðir á 1.500 m. frí á stuttbana, men Pál ER í finaluni í 1.500 m. frí, sigur Jón Bjarnason venjari.

Suðuroyarportalurin tosaði í gjárkvøldið við Jón Bjarnason, venjara hjá Pál Joensen, og Jón sigur, at teir svimja 10 í finaluni, og Pál er nr.9 á listanum, so er tað uppá pláss: Pál ER í finaluni.

Tað gekk annars gott í kvøld til venjing. Pál var sera troyttur í morgun eftir langa dagin í gjár, men nú er nokk so nógv betur, og tað var trupult at svimja seint nokk í kvøld til pace venjingina. So er bara at vóna at formkurvan er uppeftirgangandi, og peakar leygardagin til 1500m finaluna, sigur Jón Bjarnason.

Leiðir venjingum av Radisson
Eg siti her í lobby á Radisson Blu í Stettin og geri venjingarætlan til Anastasiu, sum dagliga venur í Volgodonsk fram til Salnikov Cup 17.-18. des. Eg havi práta við hana á Skype í kvøld. Hon venur 2 ferðir um dagin í hylinum + 1 styrkivenjing, og eg stýri øllum, umframt 1. lið hjá Susvim har heima, sum sjálvandi mugu hava sítt. Tað hjálpir Shaila Millum Garðarnar mær við, hon er ófør, sigur Jón.

Gleðist um gongdina í 50 m. svimjihylinum
Eg havi næstan ikki orð fyri hvussu nógv eg gleði meg til at fara yvir á Oyrarnar at venja í næsta ár, so ein sleppur at venja meira heima, so øll á 1. liðið í Susvim hava meg sum venjara, so nógv sum gjørligt, sigur Jón.

Komandi tíðin fram til OL verður ein long reisa. 3 mánaðir uttanlands. Tað er ikki fair yvirfyri teimum unga stórtalentunum okur hava heima í Susvim. Men hinvegin, okur klára okkum gott, og fólk venda seg til okkum, so eitt North Atlantic High Performance Center í svimjing er heilt víst ein møguleiki, sigur Jón Bjarnason eftir ein langa dag í Stettin.

 

Mynd: Rókur í Jákupsstovu



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo