Føroya Húsabjálving

Vodafonedeildin farin í søguna

untitled

Vodafone takkar fyri seg sum høvuðsstuðul, og tí skal ovasta fótbóltsdeildin hava nýtt navn, tá byrjað verður aftur í mars/apríl.

 

Besta fótbóltsdeildin hjá monnum skal skifta navn, og eitur ikki longur Vodafonedeildin. Eftir trý ár sum høvuðsstuðul, takkar samskiftisfyritøkan fyri seg.

Seinastu trý árini hevur besta deildin hjá monnum verði kallað Vodafonedeildin. Men nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, skal besta deildin hjá monnum hava nýtt navn.

- Eftir trý ár sum høvðusstuðul í fremstu deildini í føroyskum fótbólti, hava vit valt at spæla bóltin víðari. Tað hevur verið spennandi hjá okkum at stuðla hesi fólkakæru ítróttagrein, ið samlar føroyingar til undirhald og spenning. Samstarvið við Fótbóltssamband Føroya og lokalu fótbóltsfeløgini hevur verið gott øll trý árini, og vit vilja fegin varðveita hetta góða samstarv, hóast vit ikki eru høvuðsstuðul longur, sigur stjórin í Vodafone, Gudny Langgaard.

- Fótbóltsdeildin hevur veruliga givið okkum, sum felag, nakað serligt. Í 2008 gjørdust vit partur av størstu fjarskiftisfyritøku í heiminum. Vit fóru frá at vera Kall til Vodafone. Sum høvuðsstuðul hjá fótbóltinum hevur hetta skiftið gingið væl. Nýggja navnið bleiv skjótt eitt húsarhaldsbrand vegna vælumtókta fótbóltin. Eftir trý ár meta vit tó, at tíðin er búgvin at fara aðrar leiðir við stuðli m.a. hjá Svimjisambandi Føroya.

- Vit ynskja føroyska fótbóltinum góðan byrð í komandi kappingarári og takka fyri gott samstarv, sigur Gudny Langgaard.

Hvussu besta deildin ferð at verða nevnd næstu tíðina, er ikki greitt enn.

Virkandi aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Kristin Dam Ziska, harmast sjálvandi um, at Vodafone, sum Gudny Langgaard sigur, spælir bóltin víðari. Samstundis takkar hann Vodafone fyri fyrimyndarligt samstarv seinastu trý árini, og ynskir teimum alt tað besta framyvir.

- Vit arbeiða við málinum at fáa ein nýggja høvuðsstuðul, og vónandi og væntandi kemur hetta arbeiði undir land innan stutta tíð. Helst áðrenn besta deildin hja monnum fer í gongd um mánaðarskifti mars-apríl, sigur Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Frá 2006 til 2008 varð fremsta deildin nevnd Formuladeildin, og frá 2009 til 2011 nevndist fremsta deildin Vodafonedeildin. Spennandi verður tí at vita hvat vit fara at kalla deildini í ár og næstu árini.



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo